Her eru nakrar myndir, men tær eru ikki í kronologiskari raðfylgju.
Nú er ikki leingi at bíða til eg skal blíva stórasystur:) Mamma og babba fortaldi mær at eg skuldi bíva stórasystur síðst í februar mánað. Sjálvt um mamma eg fingið eitt sindur stóran búk, setti eg ikki spurnartekin við hví. Tá tey so fortaldi mær tað, lýstu eyguni upp, og eg bleiv so glað :) Tá man so spurdi meg, segði eg soleiðis: "eg skal lulla ofta afturat og ofta afturat og ofta afturat, so kemur baby úr búkinum hjá mammu".
Vit snakka nógv um at eg skal blíva stórasystur, og tað er hvørjaferð er sum komi við tí, tí eg eri so spent. Mamma og babba eru spent um eg verið líka glað fyri mína lítlasystur tá hon kemur, sum eg eri nú :) Nú eru tað uml. 4 vikur eftir til mamma hevur termin :)
Eri eg ikki cool í babbasa skí brillim og húgvu :)
Herbert og eg súkkla :)
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar